Eivor Palsdottir - Røttu Skógvarnir 歌词

Tað tekur ofta sína tíð
At finna stevið innaní
Eina løtu løtt á tá
Men skjótt kann kennast tungt at lyfta fót uppfrá

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Niðan brøttu brekkuna
Kennist sum eg standi í stað
Glopraregn og heglingsæl
Viðhvørt liggur ættin ikki sum hon skal

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri so nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Bíða, bíða eftir mær
Skjótt eri eg har
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í
这个歌词已经 261 次被阅读了