Mjørkaflókar leggja seg
Sum ein dúnmjúk dýna yvir bygdina
Yú stendur við gluggan og hyggur út
Í tokudalin
Grátt út yvir grátt
Fjalt er alt sum var grønt og blátt
Høgu fjøllini
Eru ballað inn
Í mjørkaflókar
Eygu tíni eru fjar
Sum síggja tey okkurt eingin annar sær
Eg hevði ynskt eg sá við tínum eygum
Tín veruleika
Grátt út yvir grátt
Fjalt er alt sum var grønt og blátt
Høgu fjøllini
Eru ballað inn
Í mjørkaflókar
Aldrin kendist tú
So langt burturi sum nú
Men eg síggi teg
Gjøgnum opini
Millum regndropar
Этот текст прочитали 470 раз.