Fríða náttin er ein eimur
Stjørnugrús, nú vaknar heimur
Nakin standi eg
Eina her
Maður vakur men so styggur
Nærkast varisliga, hyggur
Taradimt er hár
Tinnuhúð
Verð mín
Verð mín
Verð mín, Verð mín
Undan fert tú eftir hæli
Bangin, stundar eftir sælu
Tøld eg fylgi tær
Verð hjá mær
Nærkast hav og himmalrendur
Kveiktar skelva tínar hendur
Til tín komi inn
Nem við meg
Verð mín
Verð mín
Verð mín, Verð mín
Skrínið læsti, lykil fjaldi
Signaði ímóti galdri
Maður er mítt hav
Nátt er av
Tokkabundin hann meg fevnir
Nevnir meg ein eydnulut
Farin eru øll
Einsamøll
Verð mín
Verð mín
Verð mín, Verð mín
Mín ham mítt hylki
Eg sakni tað ikki
Ein ham eitt hylki
Eg gloymi tað ikki
Dieser text wurde 973 mal gelesen.